Norröna fær eitt facelift
Hósdagin 19. desembur fer Norröna í dokk á Fayard-skipasmiðjuni í Munkebo. Har skal hon verða fram til 4. mars í 2021. 6. Mars fer Norröna aftur úr Hirtshals til Føroya.
Í apríl 2003 kom nýggja Norröna. Síðan hon kom í føroyska flotan, er Norröna dagførd í smáum. Men nú er tíðin komin til eina størri nútímansgerð og at framtíðartryggja Norrönu, ið er einasta ferðafólkaskipið, sum er í fastari leið í Norðuratlantshavi.
"Vit hava tørv á fleiri kabinum og væl betri uttandurafasilitetum," sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line.
"Tískil fara vit at økja talið á kabinum við áleið 50," sigur hann.
Nýggju kabinurnar, sum stjórin sipar til, eru dupultkømur.
Á dekk 10 fær skipið eina nýggja café við góðum møguleikum at njóta tíðina úti í Atlantshavi. Í sama sambandi verður nógv annað broytt og bøtt. Eitt nú verður nýtt, snøgt øki við sofum og stólum gjørt til ferðafólk at slappa av í og bara njóta tað.
"Tíðirnar eru nógv broyttar, síðan Norröna kom í flotan fyri seytjan árum síðan. Tá vóru krøvini frá kundum ikki tey somu, sum tey eru í dag. Tí er alneyðugt, at vit fylgja rákinum og teimum krøvum, ið okkara kundar hava," sigur Rúni Vang Poulsen.
Kilde: Norðlýsid
"Norröna"
Illustrasjon: via rederiet